Familiuveitslan tann 2. oktobur 1999
Ein minniføðingardagur fyri allar eftirkomarar hjá Hans Jakob Matras Sundstein.

Familiumynd av eftirkomarnar til Hans Jakob Matras Sundstein

Børnini hjá Hans Jakob Matras Sundstein høvdu tilrættislagt ein stórsliðna familiuveitslu, til minnis um pápa/abba/langabba, sum var elskaður av øllum, og hvar tað var ætlanin at allir eftirkomarar hansara skuldi hitta hvønn annan, og gjarna læra hvørjum øðrum betri at kenna.
Henda dagin varð arrangeraður felagstransport úr Havn út til grøvina hvar Johanna Malena og Hans Jakob Matras eru grivin, hvar vit høvdu eina stutta andakt.
Hagani varð koyrt víðari til Kirkjubø, hvar familian hevði bú undir øðrum heimsbardaga.
Eftir einari vitjan í tí gomlu kirkjuni frá 1100 talið, hvar talað var um tíðina hjá familiuni í bygduni, og ein rundtúr í Kirkjubø, hvar vit sógu tað stóru - menn aldri liðuggjørda kirkju - koyrdu vit aftur til Havnar, hvar læraraskúlaavlain var hýrd til veitsluna.

Tað var eitt stórt upplivilsi at møtast við næstan øllum sínum ætlingum, hvar vit vóru 84 í talið út av 93 møguligum, og hvar umleið 20 av teimum vóru komin til veitsluna frá hvør teirra búsæti í útlandinum.
Øll vit sum vóru til staðar, vilja seint gloyma henda dag!

 

Í samband við henda minningarføðingardag varð útgivið eitt sanghefti, og tveir av sangunum eru endurgivnir her, og kunnu lesast við at klikka á tey fyrstu tvey av fylgjandi links.

Sangurin við nøvnunum á allari ættini
Sangurin um Hans Sundstein
Aftur til forsíðina